Allar tær gudadøtur Oenos, nektarur gudanna! Mangt er gestsins navn, sigur orðatakið. Her hjá okkum eitur gudadrykkurin vín, og her eru vit von at taka okkum væl av gestum okkara. Uttan mun til navn ella uppruna. Vínkjallarin hjá Hotel Føroyum hevur landsins størsta úrval av vínum. Her verður hjúklað um hvørja fløsku, sum var hon ein gudadóttir. Alskyns reyðvín, hvítvín og gosvín úr vínlondum bæði nær og fjar, so sum Fraklandi, USA, Spania, Italia, Australia og Suðurafrika, geva tær saman við Føroya besta útsýni eina uppliving, sum er gudum verd – eina opinbering av reinum fullkomileika. Í vínkjallaranum hjá Hotel Føroyum eru fleiri enn 100 vínsløg at velja ímillum, og tað leggjast alsamt nýggj afturat. Vinkjallarin hevur pláss fyri 6.000 fløskum, og tá ið hann verður fullur, fer hann at teljast millum teir stóru vínkjallararnar í Norðurlondum. Elstu fløskurnar eru heilt afturi frá tíðini beint eftir stóra amerikanska brennivínsforboðið, meðan tað millum nýggjaru árgangirnar teljast vín í slíkum serflokki, at skaldskapur er yrktur um tey. Bollinger Champagne, yndisgosvínið hjá James Bond, er eitt teirra. Vínkortið hjá vínkjallaranum verður hvønn dag dagført við nýfingnum vínum. Soleiðis kanst tú fáa eina heilt nýggja uppliving, hvørja ferð tú vitjar. Ger tær góðmetisløtuna enn meira ógloymandi! Far tín egna rannsóknartúr inn ímillum vínberjarunnarnar í vínmappuni, ella lat ein av vínkennarum okkara leiða teg fram at keldum, sum tú valla helt vóru menniskjum untar. Vælkomin í hóslag við gudarnar! |